Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

OY Voxbotn 2024: Maðurin handan verðinshittið ‘Stargazing’ til Føroya!

Navnið er møguliga ikki so kent í Føroyum, men sangirnir eru verðinshitt. Hann hevur samstarvað, skrivað og sungið sangir saman við Ricky Martin, The Backstreet Boys, Kygo, Armin Van Buuren og Michael Bolton. Í 2017 útgav hann lagið ‘Stargazing’ saman við Kygo og gjørdist tað eitt av allar størstu hittunum í heiminum tað árið. Hann er ein stjørna, ið fleiri aðrar stjørnur standa í bíðirøð eftir at samstarva við, og við honum sum solo sangara fáa vit øll hittini í einum.

Tað er sera spennandi at hann nú kemur til Føroya, tí hann hevur verið á konsertferð kring allan heim og samstarvað við nøkrum av teimum allar størstu í tónleikavinnuni, hetta verður tí uttan iva ein uppliving, ið kemur at bjóða okkum á eina ferð til tindarnar í popp tónleiki. Úr Los Angeles í USA, til pallin mitt í Havn – Justin Jesso verður uttan iva ein av stóru løtunum til OY Voxbotn 2024.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo