Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Parasport Føroyar: Parasport Føroyar og Jysk hava longt stuðulsavtaluna, ið merkir at Jysk framhaldandi stuðlar virkseminum hjá Parasport næstu trý árini.

Jysk hevur verið ein av høvuðsstuðlunum hjá Parasport síðani 2002, og man hetta verða ein av longstu samanhangandi stuðulsavtalunum í føroyskum ítrótti.

Parasport Føroyar legði fram nýggja strategi í 2023, har serligur dentur m.a. verður lagdur á rekrutering, upplýsing, samstarv og inklusjón, og er eitt verkætlananarfólk fyri stuttum sett at hjálpa við at fremja strategiina í verki.

Tað krevur orku og fígging at halda virksemi koyrandi, og fegnast Parasport um samstarvsavtaluna við Jysk ið er við at halda virksemi í einari tryggari legu næstu trý árini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo