Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í kvøld, mánadagin 24. apríl kl. 19:30 skipar Sinnisbati fyri kafékvøld á Sandi. Temaið verður “Vón og recovery”, har vit fáa vitjan av einum djørvum og spennandi fýri úr Danmark.

Toke Zandersen er 31 ár og námsfrøðilesandi við UCC Carlsberg. Toke hevur síðani august 2014 arbeitt sum peer-starvsfólk í sosialpsykiatriini, og hevur sum limur í Opus-panelinum hildið fyrilestrar um sína persónligu søgu, bæði fyri brúkarum og starvsfólkum í sosial- og viðgerarpsykiatriini.

Við støði í egnari ferð, frá innlegging í psykiatriini við psykosu vegna sítt starv við øðrum ungum sálarliga viðbreknum, til tá hann kliniskt kom seg, fer Toke at greiða frá um sítt lív, við støði í tí serstaka menniskjanum. Harumframt verður sjóneykan sett á upplivingina av psykosu, og tað at skilja hetta, eins væl og tey umskiftini og lívsstílsbroytingarnar, sum Toke hevur verður ígjøgnum, sum partur av tilgongdini at koma seg. Harumframt hyggur ein neyvt at arbeiðinum sum ungur sálarliga viðbrekin, við øðrum ungum sálarliga viðbreknum.

Toke Zandersen hevur eina bachelor í søgu, og hevur 8 ára starvsroyndir innan sosial- og sernámsfrøðina, og sum umsorganarhjálpari, STU-lærari og peer-starvsfólk.

Kafékvøldið er fyri øll, so tak gjarna ein vin ella ein avvarðandi við.

Tað verður á Bókasavninum á Sandi kl. 19:30.​

Kafékvøld verður somuleiðis í Tórshavn mikukvøldið 26. apríl kl. 19.00.

Ragnar Finsson kemur at spæla nøkur løg.

Tað verður í hølunum hjá Sinnisbata, Laðabrekka 1 kl. 19:00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo