40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Nýliga umrøddu landsstýrismaðurin í heilsumálum og borgarstjórarnir í Suðuroy framtíðar kommunulæknaviðurskiftini í oynni. Umrøtt varð, hvat kann gerast fyri at betra um tilboðini um heilsutænastur til borgarar í Suðuroy bæði beinanvegin og sum frálíður.

Í Suðuroynni eru fýra kommunulæknastørv. Í løtuni er bert ein kommunulækni í føstum starvi, hini størvini eru mannaði við avloysarum. Kommunulæknarnir hava ført fram, at tey ynskja eitt fakligt umhvørvi, tí eru partarnir eisini samdir um, at skilabest er at hava ein heilsudepil í oynni. Á heilsudeplinum kunnu allir kommunulæknar og aðrar heilsutænastur verða samlaðar á sama stað.

Landsstýrismaðurin fegnast um semjuna, at skipa Suðuroyar læknadømið við einum heilsudepli og vónar, at broytingin í framtíðini verður til gagns fyri bæði borgarar og kommunulæknar í oynni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo