40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað var við stórum áhuga vit fylgdu við í orðaskiftinum á løgtingi um asfaltverkið á Sundi: trýst her

Hygg undir orðaskifti tann 26.04.22

Løgtingskvinnan, Ruth Vang, nevni, at man i Danmark roynir at spjaða umhvørvistyngjandi íðna fyri ikki at ovbyrja einstøk øki. Eisini varð nevnt, at enn er ikki kannað nakað annað alternativ enn staðsetingina á Sundi.

Kaldbak ber í dag eina risastóra umhvørvisbyrðu til gagns fyri restin av Tórshavnar kommuna og fyri allar Føroyar.

- Kaldbak hýsir tað týdningarmiklasta oljudrivna elverki í Føroyum, sum dálkar bæði við royki og ljoði

- Kaldbak hýsir ta kommunalu brennistøðina og endurnýtsluplássið

- Kaldbak hýsir eitt skeivt staðsett asfaltverk, sum bara er 50 m. fra bygdum øki

- Kaldbak hýsir eina stóra móttøkumiðstøð fyri grót og annað byggitilfar til byggivinnuna í Føroyum

- Kaldbak hýsir tveimum stórum sementverksmiðum til byggivinnuna í Føroyum

- Kaldbak hýsir tað einasta biogassvirkið í Føroyum

- Kaldbak hevur nú risastórar vindmyllur í útsýnið

Sjálvt um tvey hesi seinasta punktini eru til bata fyri tað føroyska umhvørvið, so er eingin ivi um, at tey ávirka nærumhvørvið í bygdini.

Um man hyggur at umhvørvisbyrðuni, sum Kaldbak ber til gagns fyri restina av Tórshavnar kommunu og Føroyum, so er tað bæði rætt og rímuligt at tað eisini verða tikin atlit til ynskini hjá teinum staðbundnu íbúgvunum.

Íbúgvarnir í Kaldbak ynskja eina heildarloysn fyri íðnaðarøki við Sund, sum ikki umfatar asfaltframleiðslu. Skiftandi býráð hava fleira ferð sett okkum hetta í boðið.

Áhugafelagið við Kaldbaksfjørð heitir hervið á Tórshavnar kommuna um at lata vera við at endurnýggja leigusáttmálan við asfaltverkið á Sundi.

Áhugafelagið við Kaldbaksfjørð

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo