Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Góðu áhoyrarar!

Komið við mær 2030 ár aftur í miðeystursøguna – aftur til dagar Menniskjasonarins, Jesusar. Tá ið navn Meistarans úr Nazaret byrjaði at verða gitið millum manna.

Tá var tað ein, Natanael nevndur av navni, ið setti fram hendan spurning:

   „Kann nakað gott vera úr Nazaret?“ Svarið, ið hesin maður fekk, var hetta:

   „Kom og síggj.“

Tá ið Alex Bærendsen tók fyrstu stetlandi stigini inn millum hini stjørnuskotini á føroyska sanghvølvinum í sjeytiárunum, var kanska onkur, ið spurdi:

   „Kann nakað gott koma av Vátteigum undir Rananum í Trongisvági?“

   Svarið hevur verið. „Kom og hoyr!“      

Mær er litið í hendi at bera fram hugleiðingar um Alex Bærendsen og míni minni frá fyrstu ungdómsárum hansara. Hetta eru minni, sum eg sjálvur beri innast í barmi mínum, saman við vinum og samverkamonnum, sum javnan vitjaðu í Suðuroynni.

Vit høvdu kristiligar fundir úti og inni – eisini í samkomusalinum Salem, har Alex og øll hansara kæru leitaðu til samkomu- og bønarfundir saman við vinum á Tvøroyri.

Tískil gjørdist eg sera kunnugur við øll tey, ið savnaðust har – og eisini øll í barnadómsheimi hansara niðanvert Ranan í Trongisvági.

Av teimum mugu nevnast: Omman Lena, ættað úr Fuglafirði, abbin Palli, pápin Kári og mamman Elsa, tí júst hesi høvdu stórt andaligt árin á Alex. Saman við honum aldust systkin hansara, Pauli og Rakul upp.

Har undir undir Rananum inni í Trongisvági vóru ikki so mong hús tá í tíðini. Traðirnar har í nánd gjørdust barndómsins leikpallur, har frælslynta sinni unglingans fekk íblástur úr teirri vøkru og hábærsligu natúruni millum Oyrnafjall, Rangabotn, Ranan og spennandi hagalendið har í nánd.

Í barndómsheiminum húsaðust tvinni ættarlið: Lena og Palli í erva og Kári, Elsa og børnini niðriundir. Men í veruleikanum var tað, sum eitt hús.

Tá ið nú á døgum verður talað um at hava opið hús, so kann sigast í orðsins sonnu merking, at heimið hjá Lenu og Palla Bærendsen altíð var eitt opið heim – har var altíð opið hús.

Har var stríður streymur av fólki inn og út, tí blíðskapurin var andaborin og í hásæti. Øll kendu seg væl har – ikki minst tey ungu, ið so íðiliga komu á gátt.

Tónlista- og sanggávurnar millum tey ungu vóru har aldar fram hesar stundir saman við bønini, sum altíð var háborin hesar ógloymandi kvøldarløtur.

Hesar tónlista- og sanggávur, ið hesin ungi flokkur hevði fingið í vøggugávu, fekk veingjaflog í Salem-samkomuni og í øðrum møtisalum í oynni, har lýst var til møti og barna- og ungdómsmøti. Ikki einans har møtisalar vóru, men allastaðni og í bygdarhúsum og skúlahølum í Suðuroynni.

Tað var júst í hesum andaligu signingardøgum at Alex, tók fyrstu stigini á tónleika- og sangleiðini saman við vinmonnum sínum, tá ið teir tóku guittararnar fram.

Longu tá gjørdist greitt, at her var byrjandi spírin til eina óvanliga góða sangrødd, sum var farin at gera seg galdandi í samkomuni í Salem á Tvøroyri, á ymsu fundarøðunum og bíbliuskeiðum í Suðuroynni. Skjótt kom fyri dagin at Alex ikki einans var ein sangari av Guds náði og yrkjari, men var eisini ein listarmaður á yrkjaraøkinum, sum sangir hansara bera prógv um.

Paulus, oddamaðurin í kristnu frumsøguni, skrivaði hesi orð til unga vin sín Timoteus:

”Tí eg eri mintur um trúnna, sum í tær er, og sum fyrst búði í Lois, ommu tíni, og í Eunika, móður tíni. Eg eri vísur í, at hon býr í tær við.”

Júst hetta kann av sonnum eisini sigast at hava verið aðalborni framíhjárætturin í lívi Alex:  At eiga eina gudsóttandi ommu, Lenu og mammu, Elsu.

Tær báðar vóru fyrimyndir í gudsóttandi lívi, sum Alex vaks upp við hvønn tann einasta dag í barna- og fyrstu ungdómsárum sínum.

Í samkomuni í Salem vóru andligir fedrar og møður, ið vóru Alexi og vinum hansara hollir og sannir stuðlar. Ein yrkjari lýsir slíkar persónar soleiðis: sum fjálgaðu og mentu unga sinnið. Í hesum sambandi er rætt at nevna tveir persónar: Jenis av Rana og Teddy Michelsen.

Uttan hesi kærleiksfullu og umsorgarfullu menniskju í gerandis- og samkomulívi, hevði gullrandaða røddin hjá Alexi Bærendsen neyvan fingið tað veingjaflog, ið hon fekk – og sum gjørdi hann til tann elskaða sangaran, ið hann var okkara millum.

Kvøldið í kvøld prógvar, at Alex Bærendsen við sangum sínum framvegis livir í hjørtum várum og millum okkara.

Svenning av Lofti
lofti@olivant.fo

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo