Granskarar siga seg hava funnið heilivág sum kann leingja um lívið. Bíligur og fá hjáárin, sigur lívevnafrøðingur sum sjálv hevur tikið heilivágin.
Vit hava hoyrt tað aftur og aftur og nú í fleiri ár, at komandi árini fer talið av eldri fólkum at økjast munandi.
Og sambært norska Heilsustýrinum so verður nógv gjørt av ymiskum slagi so tey eldru eru frísk og sjálvhjálpin so leingi sum gjørligt.
Nú vísa fleiri granskarar einum ávísum slagi av heilivági serligan áhuga, sum vísir seg at seinka aldringini og minka um vandan fyri hjartasjúkum, krabbameini og demens.
Norski lívevnafrøðingurin Hanne S. Finstad hevur sjálv tikið heilivágin og við lovandi úrsliti.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo