Tað einasta tíðarskeiðið, ein kvinna veruliga kann broyta ein mann, er meðan hann er smábarn
- Natalie Wood

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

So er tað staðfest: Alilaksur smakkar betri enn villur laksur.

Men bara tá talan er um blindsmakking, ella við øðrum orðum, tá tey sum eru við í smakkingini ikki vita hvat er hvat. Tí tá tey fáa at vita, hvat er hvat, broyta tey meining.

Tað er deildin fyri matvísundi við lærda háskúlan í Keypmannahavn (Institut for Fødevarevidenskab ved Københavns Universitet) sum hevur biðið 92 fólk smakka vanligan alilaks, vistfrøðiligan alilaks og villan laks. Úrslitið er kunngjørt í vísundaliga tíðarritinum Food Quality and Preference sum Jyllandsposturin endurgevur úr.

Kanningin vísti, at alilaksur, vanligur ella vistfrøðiligur, fekk nógv betri skoðsmál enn villi laksurin. Tað var enntá ein ábending um, at vanligur alilaksur er betri enn tann sum er vistfrøðiligur.

Men tá fólkini, sum vóru við í royndini, fingu at vita hvat var hvat, varð myndin vend á høvdið og vanligi alilaksurin bleiv nummar sjokk.

- Hetta prógar, at tað sum fólk vænta av eini vøru, útfrá tí sum tey vita frammanundan um vøruna, ávirkar teirra samlaðu smakkiuppliving av vøruni, sigur Mausam Budhathoki, sum stóð fyri kanningini.

Hann leggur afturat, at tað eisini spælir inn, hvat fólk eru mest von við, umframt at villur laksur ofta er soltnari og ikki so reyður á liti sum tann aldi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo