Eg havi tapt í 300 veljarakanningum, men vunnið 3 val
- Margaret Thatcher

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Kanningarstjórin Ken Nónklett metir at Jacob Vestergaard skal fáa eina átalu.

Kanningin er drúgv - einar 200 síður - men hon verður teldutøk seinni.

Ken Nónklett var í Útvarpinum klokkan 14:

Kanningarstjórin var spurdur, hví hann heldur Jacob Vestergaard skal fáa eina átalu, og svarar hann soleiðis:

- Eg meti at Jacob Vestergaard hevur tilvitað framt brot á góðan fyrisitingarsið og tað er í sambandi við útlutanirnar í 2020 av kvotum til vinniligar verkætlanir.

- Tað var klárt at taka avgerðir í tí málinum, men hann velur ikki at luta út tí at tað tilmælið hann fær er ikki ordiliga tað hann sær fyri sær.

- Umsitingin ávarar - tú hevur skyldu at luta út, tú heldur ikki góðan fyrisitingarsið, so velur hann allíkavæl at lata vera við at viðgera umsóknirnar.

- So sjálvt um lógin verður broytt og kvoturnar verða fluttar um ár, so meti eg stadigvæk at hann fremur brot á góðan fyrisitingarsið.

Viðvíkjandi spurninginum um, hví tað ikki er revsivert, svarar kanningarstjórin:

- Eg meti at hann fremur eitt brot, men eg meti bara ikki at grundarlag er fyri at reisa eitt revsimál. Tað er ikki beinleiðis brot á sjófeingislógina ella á fyrisitingarlógina.

- Tá ið hann velur ikki at taka nakra avgerð, so er tað ikki í heimildarloysi, segði kanningarstjórin.

Hoyr samrøðuna her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo