

Í juli mánaða koma serfrøðingar úr Bretlandi at taka kanónirnar á Skansanum í Havn niður og flyta tær vestur í Vágar.
Avtala er gjørd við myndugleikarnar um, at Krígssavnið í Vágum skal hava kanónirnar í varðveitslu.
Einasta treytin er, at kanónirnar peika móti Havnini.
Ætlanin er at seta tær upp við Shestercamp, har fleiri kanónir stóðu undir krígnum. Hesar kanónirnar vardu flogvøllin.
Nevndin í Krígssavninum er sera takksom fyri, at fáa kanónirnar vestur í Vágar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo