Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Hondbóltssamband Føroya hevur avgjørt at enda SMS- og Okkara-kappingarnar. Hetta merkir, at eingin føroyameistari verður funnin í SMS- og Okkara-kappingunum kappingarárið 2019/2020, boðar Hondbóltssambandið frá.

 

- Hondbóltssambandið hevur annars lagt nógv fyri at fáa SMS- og Okkara-kappingarnar avgreiddar og hevur m.a. gjørt nógv burturúr, í samráð við feløgini, at tillaga kappingarnar soleiðis, at tær kundu verða avgreiddar forsvarliga, um so var, at hetta fór at verða mett at verða ráðiligt innanfyri eitt rímiligt tíðarskeið.

 

- Aftaná at politiska skipanin áðrenn páskir mælti til, at kappingar í m.a. hondbólti kunnu byrja aftur 9. mai, vendi Hondbóltssambandið sær sum avrátt til Corona-ráðgevingina við einum uppskoti til mannagongd til, hvussu venjingar og dystir kunnu verða lagdir til rættis. Hondbóltssambandið skilir svarið frá Corona-ráðgevingini soleiðis, at tað undir núverandi umstøðum verður frámælt, at hondbóltsvenjingar og dystir verða fyriskipað tær næstu vikurnar.

 

- Vísandi hertil og til, at Hondbóltssambandið áður hevur sett 31. mai sum evsta mark fyri, nær SMS- og Okkara-kappingarnar skuldu verða avgreiddar, hevur Hondbóltssambandið avgjørt at enda SMS- og Okkara-kappingarnar 2019/2020.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo