Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á spurning nummar 52-032/2023; skrivligur spurningur eftir § 52a frá Liljan Weihe til Høgna Hoydal.

1. Er nakað eftirlit matvøruprísum í Føroyum?
Síðani kappingarlógin kom í gildi og seinni er broytt, hevur eftirlitið við matvøruprísum verið bygt á grundreglurnar í lógini um at tryggja og hava eftirlit við kapping eftir marknaðartreytum – t.e. við grundarlagi í útboði og eftirspurningi og at marknaðarstøður ikki verða misnýttar ella prísir og vinningur avtalað v.m. Vit mugu tó ásanna, at í einum lítlum marknaðarbúskapi sum tí føroyska eru avbjóðingar við at skapa virkna kapping, sum tryggjar røttu prísirnar fyri brúkaran.

Kappingarlógin hevur sum endamál við virknari kapping at fremja eina fulldygga samfelagsliga tilfeingisnýtslu til gagns fyri fyritøkur og brúkarar. Kappingareftirlitið hevur við heimild í lógini ávís amboð at gera inntriv í marknaðir við tí endamáli at skapa virkna kapping. Í mun til príslegu kann Kappingareftirlitið í sambandi við kartellvirksemi ella misnýtslu av ráðandi marknaðarstøðu m.a. geva boð um at farast kann ikki upp um tilskilaðar prísir. Fortreytin fyri at geva slík boð er, at tað frammanundan er staðfest brot á lógina, og hetta kann taka drúgva tíð.

Í sambandi við uppskoti til samtyktar um at seta á stovn eitt føroyskt príseftirlit varð hugt nærri at kappingarlógini, og í løtuni verður arbeitt við at veita Kappingareftirlitinum fleiri heimildir og víðka um virkisøkið í kappingarlógini til tess at hava betri eftirlit við prísum og betri amboð at regulera møgulig brot.

2. Hvussu tryggja vit okkum, at inflatiónin ikki rakar óneyðuga hart?
Eingin ivi er um, at príshækkingarnar (og rentuhækkingar) seinastu árini eru sera tyngjandi fyri gerandisdagin hjá føroysku húsarhaldunum og ikki minst hjá lág- og miðalintøkum. Løgtingið samtykti í vár uppskot frá landsstýriskvinnuni í almannamálum um at víðka bráðfeingis hjálpina til ringast sperdu fólkini og familjurnar. Nú verður arbeitt við øðrum átøkum. Høvuðsmálið hjá samgonguni er at lætta um gerandisdagin hjá fólki, og m.a. verður í løtuni arbeitt við uppskoti um skattalætta, ið serliga skal lætta um hjá lág- og miðalinntøkum.

Betri eftirlit við prísum og kapping er annar lutur í at hava betri amboð og átøk í mun til inflasjónina.

3. Nær verður lógarbroytingin í kappingarlógini borin í Løgtingið?
Uttanríkis- og vinnumálaráðið arbeiðir í løtuni við uppskotið til broyting í løgtingslóg um kapping. Eftir ætlan verður lógin borin í Løgtingið í november 2023.

4. Hvørjar broytingar verða gjørdar í lógini?
Arbeitt verður við ásetingum um eftirlit við prísi og ásetingunum í revsipartinum og amboðunum í lógini.

Í mun til eftirlit við prísi verður serliga hugt at §§ 6, 11 og 29.

§ 6 fevnir um forboð móti kappingaravlagandi avtalum, undir hesum avtalur um at áseta keypsprísir, søluprísir og líknandi, og § 11 fevnir um forboð móti at misnýta ráðandi marknaðarstøðu við m.a. beinleiðis ella óbeinleiðis at noyða órímiligar keypsprísir ella søluprísir ella aðrar órímiligar handilstreytir á einhvønn. Revsingin fyri brot á §§ 6 og 11 varð herd í vár til revsing í upp til eitt ár og seks mánaðar.

§ 29 heimilar kappingareftirlitinum at gera kanningar av vinnugreinum ella av ávísum sløgum av avtalum innan fyri ymiskar vinnugreinar – við tí endamáli at fáa kunnleika til ella innlit í kappingarstøðuna innan fyri ávísu vinnugreinina ella ávísu vinnugreinirnar.

Innan karmarnar í kappingarlógini er ætlanin at veita Kappingareftirlitinum fleiri heimildir og víðka um virkisøkið í kappingarlógini. Talan er um eina tilgongd, har atlit sjálvsagt eisini verður tikið fyri avbjóðingum í mun til rættartrygdina hjá fyritøkum og veitarum.

Neyðugt verður eisini at tryggja fígging til øktu uppgávurnar hjá Kappingareftirlitinum.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið, tann 9. oktober 2023
Høgni Hoydal
landsstýrismaðu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo