40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Í avbjóðingini hjá føroyskum nethandlum at kappast ímóti risastóru altjóða nethandilsketunum leggja føroyskir politikarar stein omaná byrðu heldur enn at skapa karmar fyri javnbjóðis kappingarfortreytum.

Handilsvinnufelagið fegnast um, at Kringvarpið tekur MVG- og tollviðurskiftini viðvíkjandi netpakkum til viðgerðar, men viðgerðin av hesum málinum í Breddanum, týsdagin 1. desember 2020, var misvísandi fyri føroysku handilsvinnuna.

Málið snýr seg um, at útlendskir nethandlar kunnu selja vørur upp til 300 kr. á føroyska marknaðinum uttan MVG og toll. Um vøran verður keypt frá føroyskum nethandli, so skal MVG og tollur rindast av allari upphæddini, og hetta er kappingaravlagandi.

Føroysk handilsvinna ynskir bert, at útlendsk og føroysk handilsvinna verður javnsett hesum viðvíkjandi.

So einfalt er hetta málið.

Í Breddanum vórðu brot úr einari bandaðari samrøðu við forkvinnuna í Handilsvinnufelagnum endur­givin. Forkvinnan vísti meira enn einaferð á, at einasta ynski frá føroysku handilsvinnuni eru javnbjóðis kappingarfortreytir frá føroysku myndugleikunum.

Stjórin í Posta fekk høvi at viðmerkja tað, sum Handilsvinnufelagið hevði ført fram, men møguleiki var ikki hjá Handilsvinnufelagnum at viðmerkja tað, sum stjórin á Posta førdi fram.

Breddin gav tí eina misvísandi og skeiva mynd av hesum málinum.

Stjórin í Posta segði millum annað, at treytirnar hjá Taks javnseta føroyskar fyritøkur og føroyskar brúkarar. Handilsvinnufelagið skilir ikki, hvat stjórin á Posta meinar við? Ein føroyskur nethandil kann ikki selja vørur til ein føroyskan brúkara, uttan at brúkarin skal rinda MVG av vøruni. Harumframt er ikki realistiskt, at ein handil fer at innflyta eina og eina vøru, tað verður ov nógv umsiting og frakt.

Eisini í sambandi við útberðingargjaldið kann stórur munur vera á prísinum, sum útlendski veitarin kann bjóða fraktina fyri, í mun til tað, sum føroyski nethandilin kann veita ígjøgnum posta. Sambært stjóranum á Posta í Breddanum, so átekur Posta sær útberingarkostnaðin, um talan er um pakkar frá útlendskum nethandli. Tað ljóðar løgið, um so er, at eingin inntøka fylgir við. 

Stjórin á Posta tosaði nógv um øktu arbeiðsbyrðuna hjá Posta og Taks, um bagatel markið verður broytt. Aðrastaðni er hetta loyst við føstum gjøldum.

Taks metir, at umleið 8.000 smápakkar, niðanfyri 300 kr., koma til Føroya um vikuna. Her verður eingin tollur og einki MVG álagt, so eingin inntøka er til landskassan av hesum pakkum.

Havast skal eisini í huga, at føroyskir nethandlar og handlar annars, skapa nógv arbeiðspláss í Føroyum, og harvið inntøkur til flutningsfeløg og til landskassan.

Í Breddanum varð somuleiðis víst á,  at tað hevur týdning, at føroyingar hava atgongd til útlendska marknaðin. Hesum er Handilsvinnufelagið púra samt í.

Føroyska handilsvinnan ynskir bert, at føroyskir myndugleikar geva føroyskum og útlendskum nethandlum javnbjóðis kappingarfortreytir at virka undir á føroyska marknaðinum, soleiðis at vit eisini frameftir kunnu hava spennandi handlar og nethandlar í Føroyum. Sum nú er, gevur politiska skipanin útlendsku nethandlunum fyrimun.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo