Kappingareftirlitið: Kappingarráðið hevur góðkent samstarvsavtaluna millum P/F FT Samskifti, dótturfelag í Føroya Tele-samtakinum, og P/F Nema um, at P/F Nema kemur á farnetið (RAN-netið) hjá P/F FT Samskifti.
Harvið fáa partarnir eins atgongd til RAN-netið og fara at bjóða sama fartelefondekning á landi og sjógvi. Partarnir tryggja framhaldandi kapping á marknaðinum við egnari kjarnutøkni, sum stýrir tænastum og produktum.
Innleiðandi samráðingarnar millum P/F FT Samskifti og P/F Nema byrjaðu í 2021. Í oktober 2022 lótu partarnir samstarvsavtaluna inn til góðkenningar hjá Kappingareftirlitinum, sum frá byrjan hevur verið kunnað um samráðingarnar og leistin fyri teimum.
Í tilgongdini gjørdi Kappingareftirlitið vart við kappingarlig ivamál, sum møguliga vóru í stríð við §6 og §11 í Kappingarlógini. Partarnir lótu Kappingareftirlitinum tilsøgn tann 27. oktober 2023, sum gongur teimum ivamálum, sum Kappingarráðið hevði, á møti.
Kappingareftirlitið mælti Kappingarráðnum til at taka avgerð um, at tilsøgnin, sum P/F FT Samskifti og P/F Nema lótu inn 27. oktober 2023, verður gjørd bindandi sambært §6, stk. 4, 2. pkt. og §11, stk. 4, 2 pkt., sbrt. §27, stk. 1 í kappingarlógini. Tilsøgnin er ikki tíðaravmarkað.
Avgerðin hjá Kappingareftirlitinum kann lesast her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo