Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Róðrarsamband Føroya hevur avgjørt, at skipað verður ikki fyri FM kappróðri í ár. Róðrarsamband Føroya kunnaði í gjárkvøldið kappróðrarfeløgini um avgerðina, og kappróðrarfeløgini taka undir við avgerðini hjá Róðrarsambandi Føroya.

 

Róðrarsamband Føroya gjørdi saman við kappróðrarfeløgunum eitt uppskot um, hvussu venjing kann skipast, og hvussu kappróður kann avgreiðast við atliti at tilmælunum frá myndugleikunum um smittufyribyrging.

 

Koronaráðgevingin hevur mett um uppskotið, sum varð gjørt um skipan av kappróðrinum í ár. 

 

Koronaráðgevingin metir ikki, at tað er møguligt at rógva kapp á tryggan hátt út frá einum heilsufrøðiligum sjónarmiði í koronatíðum. Fjarstøðan millum bekkirnar er ov stutt og andingin hjá rógvarunum av góðum grundum stór og kraftmikil. Hetta hevur við sær, at eitt felags útandingarsirm vil liggja um bátin, so allir rógvarar eru í smittuvanda. Mett verður ikki, at møguleikar eru fyri verndarátøkum so sum maskum og handskum. Koronaráðgevingin mælir tí frá at rógva kapp í ár.

 

Vísandi til greiðu boðini frá Koronaráðgevingini, mælir Róðrarsamband Føroya somuleiðis frá, at vant verður í bátunum.

 

Róðrarsamband Føroya harmast um støðuna, men vit meta ikki, at vit kunnu víkja frá greiðu niðurstøðuni hjá Koronaráðgevingini, stendur á heimasíðuni hjá Róðrasambandinum.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo