40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Á hátíðarløtu í Listasavni Føroya í dag varð nýggja kærleikskúlan hjá Dugna avdúkað. Tað er listamaðurin, Ole Wich, f. 1953, sum hevur sniðgivið nýggju kúluna.

Ole Wich arbeiðir við konseptlist og evnini í listaverkætlanum hansara verða ofta lýst úr samfelagslýsandi ella atfinningarsomum sjónarhornum. Hann er eisini útbúgvin søgufrøðingur og hevur í hesum høpi skrivað um, hvussu føroyingar hava  troytt og brúkt toskatilfeingið.

Kærleikskúlan 2018 hevur 3 gull littar toskar inni í kúluni í ymiskum støddum og tekstin Hommage à Fiskurin tvørtur um miðjuna á kúluni. Hetta er tíggjunda árið á rað, at Dugni letur Kærleikskúluna úr hondum.

Ole Wich sigur sjálvur soleiðis um Kærleikskúluna 2018 í orðingini, sum fylgir við kúluni:

Hommage à Fiskurin
Kærleikskúlan 2018 skal síggjast í samanhanginum, har ið hon hongur millum søgukunnleika og list. Samansetingin av søgu føroyinga og myndamáli bjóðar til, at gylta toskaskræðan kann skiljast sum ein ímynd av, hvussu føroyska samfelagið í øldir hevur bygt upp materielt ríkidømi við toskafiskiskapi.

Við at vekja ans fyri hesum týdningarmikla fiskaslag, ið hevur givið føroyska samfelagnum so nógv, verður listaverkið hjá Ole Wich ein fagnaður, sum í myndlist ofta verður róptur við franska orðinum “hommage”.

Uttan toskin hevði mannalívið í Norðuratlantshavi verið nógv fátækari og torførari, næstan ógjørligt. Tí fagnar Kærleikskúlan í ár hesum gylta fiski, tí stóra týdningi hann hevur fyri okkum og hevur havt fyri mong ættarlið av fólki í Norðuratlantshavi undan okkum, sum so ofta ótu seg mettan, og harafturat fingu gyltan pening í pungin ferð eftir ferð.

Hommage à Fiskurin – ein fagnaður av tí gávumilda fiskinum.

Heiðurin av fyrstu kúluni
Tá Kærleikskúlan verður avdúkað, verður somuleiðis altíð ein serligur heiður sýndur einum persóni ella felagsskapi, sum fær fyrstu kúluna.

Aftur í ár kundi almenningurin senda inn uppskot til hvør skuldi fáa heiðurin fyri at vera ein virðilig fyrimynd við at móttaka fyrstu Kærleikskúluna. 30 uppskot komu inn. Stýrið fyri Dugna avgjørdi at Maibritt við Strond, frá Glasi, skuldi fáa heiðurin fyri hennara stóra arbeiði fyri næmingar við avbjóðingum. Tann, ið hevur innstillað fyrimyndina sigur nakað soleiðis: viðkomandi hevur altíð tíð til okkum, um man er innlagdur á sjúkrahús, kemur viðkomandi at vitja, og ger tað lættari at koma á skúlan aftur. Uttan viðkomandi, høvdu fleiri næmingar ikki megna tað.

Tað næmingar, og annars vit øll hava brúk fyri, er at blíva sædd og hoyrd, og teir næmingar, ið hava avbjóðingar hava serliga nógv brúk fyri hesum. Hetta er nakað, sum Dugni ynskir at heiðra og vera við til at varpa ljós á.

Um kærleikskúluna
Kærleikskúlan er eitt serligt listarligt átak, har Dugni saman við umboði fyri Listasavn Føroya, og landstýrisfólkinum í Mentamálaráðnum útvelur eitt av Føroya mætastu listafólkum at sniðgeva kúluna.

Kærleikskúlan er framleidd í avmarkaðari nøgd og verður bert seld í eitt avmarkað tíðarskeið. Hon er munnblást, og tí eru tær allar serstakar og ymiskar júst sum vit menniskju eru tað. Hon hevur hvítt silkiband og er pakkað í snotiliga eskju saman við einum vøkrum faldara á føroyskum og enskum. Í ár hevur listafólki samstarvað við Føroya Prent til at framleiða fiskarnar inni í kúlunum. Vit á Dugna eru takksom fyri, at hesin parturin kundi gerast í Fo og vilja vit takka Føroya Prent fyri at gera tað møguligt.

Kúlirnar eru annars framleiddar uttanlanda og síðani sendar til Føroya, har tær eru blivnar eftir kannaðar og pakkaðar. Tað eru arbeiðsfólk á verkstaðnum hjá Dugna á Kambsdalið, sum hava staði fyri pakking og næmingar á teldustovuni á Hjalla hava staði fyri skiljing av fiskunum. Snotuligu erskjurnar og faldarnir, sum fylgja við kúluni, eru framleiddar hjá Estra í Gøtu.

Kærleikskúlan 2018 kann keypast í gávubúðum kring landið frá 04. desember og fram til 24. desember.

Hon kostar 400 kr. Skuldu kúlur lopið av, kunnu tær keypast frá Dugna eftir jól fyri 600 kr. Allur søluágóðin fer til mennandi virksemið hjá Dugna. Til dømis skipar Dugni fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling til fólk, sum hava torført við at fáa ella varðveita arbeiði, so hesi kunnu fara víðari út í arbeiði ella undir útbúgving. Skipað verður fyri virksemi, ið speglar samtíðina, gevur viðkomandi avbjóðingar, kveikir sjálvbjargni og førleikamennir fólk til eitt virkið lív.

Undanfarin ár hava hesi listafólkini sniðgivið Kærleikskúluna: Tróndur Patursson (2009), Sigrun Gunnarsdóttir (2010), Hansina Iversen (2011), Zacharias Heinesen (2012), Edward Fuglø (2013), Astrid Andreassen (2014), Astri Luihn (2015), Eyðun av Reyni (2016) og Gurðið Poulsen (2017).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo