Leygardagin 13. oktobur verður føroysk og katalansk mentan knýtt saman við ymiskum framløgum og tónleiki í Auluni í Finsen kl. 17.00.
Á skránni verða framløgur við Elsu Berg, fyrrverandi forkvinnu í Unga Tjóðveldinum, ið var til staðar tá fólkaatkvøðan um sjálvsavgerðarrætt fór fram í Katalonia fyri einum ári síðan, og Rókur Tummasarson sigur frá, tá Føroyar vunnu gull á handilsstevnu í Barcelona.
Vit fara eisini at hoyra tónar frá Eyðuni Nolsøe, og Ólavur Jakobsen fer at spæla løg hjá katalanskum tónasmiðjum.,Sangkórið Tarira, sum vann sangkapping í Katalonia herfyri, syngja eisini katalanskar sangir.
Í Finsen verður eisini høvi at síggja myndir frá døgunum undan og eftir fólkaatkvøðuna, og av katalansku politisku fangunum.
Fyrrverandi forsetin í Katalonia Carles Puigdemont vitjar eisini tiltakið í Finsen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo