Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Nes kommuna: Fyrrapartin varð arbeiðstakarasáttmáli undirskrivaður millum Nes kommunu og byggifyritøkuna KBH. Súni í Hjøllum, borgarstjóri og Helgi Johannesen, stjóri, undirskrivaðu vegna partarnar.

Arbeiðið hjá KBH fevnir um at gera fýra fundamentir til nýggu vallarljósini á Svangaskarði. Tveir arbeiðstakarar vórðu annars bodnir at geva tilboð, og Nes kommuna valdi at taka av lægra tilboðnum, sum KBH átti.

Útgrevsturin fyri fundamentini hevur Falkon gjørt.

Herfyri varð annars arbeiðstakarasáttmáli undirskrivaður við HD-El um veitan av nýggjum mastrum og ljósum.

Nes kommuna hevur havt fyritøkurnar Spenn og SMJ til ráðgeving, meðan Teknistovan í Gøtu fer at hava eftirlitið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo