Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Í okkara nationalgallaríi eru eini hálvttriðjatúsund listaverk frá 1830 og fram til dagin í dag – tað er tað tey kalla “tann permanenta framsýningin”.

Eitt úrval, sum til ævigar tíðir er eitt representativt úrval av føroyskari list, sum øll kunnu fyrihalda seg til, dáma ella ikki dáma.

Alt frá gamaldags málaríum til trídimensionella ultramarinbláa Tróndska glaslist og til útstappaðar veðrar.

Um dagarnar er sýnd fram bindilist.

Bundnir og seymaðir posar og sekkir sum mest minna um krabbakyknur og akutt pungbrokk, men sum verða lýst sum “bløde kunstværker der hænger ned fra loftet og på væggen”.

Ætlað at minna um “fårets indvolde og organer” – endamálið er at staðfesta, at vit føroyingar brúka skamm lokalar resursir – ull er aftur Føroya gull.

Um vit so binda genitialiir.

Um dagarnar fekk musikalska stórsjeniið Ólavur Hátún, sáli, eitt minnismerki skrúvað uppá veggin í konsertsalinum á Musikkskúlanum.

Ein fløkja av leivdum av samansveisaðum pettum av armeringsjarni, soleiðis hissini krøkt uppá kalda betongveggin í konsertsalinum, sum enn ekkóar líka illa sum hann gjørdi, bæði áðrenn og eftir, at miljónir vórðu brúktar uppá ljóðroyndir.

Ilt at skilja, hví serfrøðin byggir ein konsertsal úr betong, tá onki ekkóar so væl sum betong.

Meðan vit enn bíða eftir fyrstu veruligu konsertini í óbrúkiliga konsertsalinum, kunnu vit eina løtu undrast á og gita um, hví og hvussu ein fløkja av armeringsjarni – sum bara kann forvirra vilsta ljóðið enn meira - á nakran hátt skal vera eitt verdugt minni um Ólav Hátún.

Kanska fólk flest eru vorðin sum Kinna Poulsen, sum ummælir alt og øll, tá hon segði: ”Jeg kan selv lide værker, jeg ikke helt forstår!”

Javel, tað verður hon um.

Fyri onnur er hetta kejserens nye klæder.

Ella reint snobbarí.

List er tað definitivt ikki.

Listafólk kunnu sjálvandi royna nýggjar leiðir.

Og hugnið tykkum endiliga við cafelatte, vínsmakking og hugnaligum framsýningum.

Men latið nú vera við at upphevja tað til list.

Hatta hoppa vit ikki uppá longur.

Hatta er at bluffa fagnandi skaran av háundrandi og blindum fjepparum.

Keisarin gerst alt naknari, meðan skraddarin verður hámettur.

"Det er magnifik! nysseligt, excellent!" gik det fra mund til mund, og man var alle sammen så inderligt fornøjede dermed.

Kejseren gav hver af bedragerne et ridderkors til at hænge i knaphullet og titel af vævejunkere.

"Men han har jo ikke noget på," sagde et lille barn.

"Herregud, hør den uskyldiges røst," sagde faderen; og den ene hviskede til den anden, hvad barnet sagde.

"Men han har jo ikke noget på," råbte til sidst hele folket.

Det krøb i kejseren, thi han syntes, de havde ret, men han tænkte som så: "Nu må jeg holde processionen ud."

Og kammerherrerne gik og bar på slæbet, som slet ikke var der.

Sic.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo