Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Mikukvøldið vísir Filmsfelagið nýggjasta film hjá 87 ára gamla og fleirfalt virðislønta Ken Loach.

Nýggi bretski filmurin hjá Ken Loach, ”The Old Oak”, fer fram í einum lítlum býi í Norðuronglandi, har hjartað og savningarstaður er gamla barrin, ið ber heitið The Old Oak.

Framtíðarútlitini fyri The Old Oak og býin annars verða tó rættuliga ivasom, tá námini lata aftur, arbeiðið steðgar og fólk rýma. Barreigarin, TJ Ballantyne, fær nýggjar avbjóðingar, tá sýriskir flóttar uttan ávaring koma til býin og nýggja støðan gerst spent.

Leikstjóri er hin víðagitni Ken Loach, sum vit fyrr hava sæð við revsandi sosialrealistiskum filmum sum ”Sorry We Missed You” og ”I, Daniel Blake”.

Filmsfelagið 13/12 kl 20:00 The Old Oak (Ken Loach Bretland 2023 113 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo