

28. juni byrjaði rættarmálið móti amerikanska sjónleikaranum Kevin Spacey, eftir at fýra menn ákærdu hann fyri kynsligan ágang millum 2001 og 2013.
Rættarmálið hevur seinasta mánaðin verið í London Southwark Crown Court, har Spacey var ákærdur í tólv førum fyri kynsligan ágang, sum hann noktaði seg sekan í.
Spacey táraði, tá ið avgerðin var lisin upp í nevningadómstólinum. Hann hevur avvíst allar ákærur.
Kevin Spacey was acquitted of nine charges, including sexual assault, causing a person to engage in sexual activity without consent, and causing a person to engage in penetrative sexual activity https://t.co/D1B9uowCfV
— Reuters Showbiz (@ReutersShowbiz) July 26, 2023
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo