Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Norðurlandahúsið er ein perla.

Orsøkin til at húsið varð bygt er, at man var byrjaður at byggja uppí Sjónleikarhúsið í Havn.

Byggiætlanin steðgaði upp, enn eru leivdir av hesum kjallara eystanfyri Sjónleikarhúsið.

Føroyar vóru ikki væl fyri í 1970 árunum.

Tá bleiv skotið upp í Norðurlandaráðnum at byggja eitt mentunarhús, eitt kombinerað teatur og musikkhús.

Húsið var bygt, og tað hevði stóran mentanarligan týdning. Serliga vóru stórir sjónleikir úr hinum norðurlondunum uppsettir.

Eisini minnist man Tórshavnar Fólka og Blues festivarl, sum var hildin í húsinum.

Nú eru tíðirnar broyttar. Føroyar eru ikki isoleraðar longur, tú kanst síggja tónleik og sjónleik úr øðrum londum á netinum. 

Føroyar eru væl fyri, so okkum nýtist ikki at nassa uppá hini norðurlondini, fyri at fáa mentan.

Keypið Norðurlandahúsið. Keypið húsið og brúkið tað til upprunaliga endamálið, tónleik og tjóðleikhús.

Gerið eitt stórt grønt parkeringsøki eystanfyri húsið við einari flottari tjørn í miðuni.

Keypið harumframt gamla motorbygningin hjá SEV í Gundadali, at brúka til venjingar, verkstað og umsiting.

Við hesum kann sparast at byggja eitt tjóðleikhús úti í briminum á Eystaru bryggju.

Norðurlandahúsið hevur prógvað fleiri ferðir, at tað er sera vælegnað til sjónleik.

Við at keypa húsið sparir landið minst eina hálva milliard.

Magni E. Dalsgaard, arkitektur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo