Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ítróttur

K.Í.: Klaksvíkar ítróttafelag var stovnað 24. august 1904, og í dag, 119 ár eftir stovningardagin, spælir besta mansliðið ein av sínum størstu dystum í søgu felagsins: play off í Evropa League.

Hetta skal hátíðarhaldast, og tí býður føðingardagsbarnið fjepparum og fótbóltsáhugaðum í føðingardagsveitslu á Tórsvølli í kvøld klokkan 19.45, tá ið KÍ og Sheriff Tiraspol hittast í play off umfarinum til Evropa League. 

Neyðugt at tekna seg til dystin
Tórsvøllur er stórur og rúmligur, men tað er kortini ikki óavmarkað atgongd. Tí mást tú ogna tær atgongumerki til dystin við at tekna teg - men tað kostar einki.

Um tú longu hevur keypt tær atgongumerki, fært tú pengarnar aftur og skalt brúka tað atgongumerki tú hevur fingið. Og um tú ikki hevur ognað tær atgongumerki enn, far so inn á atgongumerki.fo og fá tær tey, tí tey kosta einki.

Tað er við stórari gleði, at vit bjóða fótbóltsáhugaðum á Tórsvøll til Evropa League play off dystin millum KÍ og Sheriff Tiraspol, sum byrjar kl. 19.45.

Seinni dysturin í hesum umfarinum verður spældur í Tiraspol hóskvøldið 31. august.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo