40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Mynd: Norðlýsið

Mynd: Norðlýsið

Mynd: Norðlýsið

KÍ er føroyameistari í fótbólti 2022!

Bert smáir matematiskir møguleikar kunnu forða hesum.

Víkingur skal vinna allar sínar fimm seinastu dystir og KÍ skal tapa teir fýra dystirnar ið eftir eru at leika, um FM gullið skal gleppa KÍ av hondum.

Hetta tykist lítið sannlíkt tá havt verður í huga, at KÍ higartil ongan landskappingardyst hevur tapt í ár.

Hetta er annars fyrstu ferð síðan 1970, at KÍ vinnur gullið tvey fylgjandi ár á rað.

Síðan 1970 hava TB, HB, B36, GÍ, B68 og Víkingur megnað at vunnið tvey ella fleiri FM heiti á rað.

Meistaraheitið hjá KÍ var sannførandi í fjør.

HB endaði tá á øðrum plássi 9 stig aftanfyri KÍ.

Nógv bendir á at FM heitið hjá KÍ í ár verður meira sannførandi enn í 2021.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo