Eg havi tapt í 300 veljarakanningum, men vunnið 3 val
- Margaret Thatcher

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Kappingarárið 2021 vann fremsta mansliðið hjá KÍ føroyameistaraheitið í stórum stíli. Við 72 stigum og 99 málum og eftir eitt sannførandi avrik kundi liðskiparin lyfta FM-steypið upp í loft í Gøtu tann 30. oktober. Eitt filmslið fylgdi liðnum gjøgnum árið, og úrslitið er sendingin, KÍ eru vit, sum vísir søguliga góða kappingarárið hjá KÍ

Sendingin, sum er samstarv millum RACLIP, Bláu Bylgjuna og Televarpið, er ein tíma long, og har eru fleiri av hæddarpunktunum við.

Nevnast kunnu dysturin millum KÍ-HB í Klaksvík, sum endaði við, at Árni Frederiksberg javnaði til 2-2 við frísparki í síðstu løtu, fyrsti altjóða dysturin í Klaksvík, sum tó endaði við tapi og dysturin 16. oktober, tá KÍ endaliga staðfesti sítt meistaraheitið 2021. Hyggjarin sleppur við í skiftingarrúmið, og ein túr heim til spælarar, sum fyrireika seg til dyst og so seta spælarar og venjari orð á bæði góðar og minni góðar løtur í kappingarárinum.

Mikkjal K. Thomassen og KÍ longdu sáttmálan á sumri í fjør fram til 2025, men í grundini mundu partarnir farið hvør til sítt.

Í 2021 skoraði KÍ tilsamans 105 mál, 99 í landskappingi, eitt í steypakappingini og fimm í Conference League. Øll málini eru við í sendingini, sum Solby Christiansdóttir, journalistur, hevur lagt til rættis. RACLIP hevur staðið fyri framleiðsluni.

Sendingin, KÍ eru vit, verður frumframsýnd fyri innbodnum fríggjakvøldið 18/2-2022, og síðani verður hon send á Rás1 hjá Televarpinum leygarkvøldið 19/2-2022 kl. 19.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo