Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Nú kunnu øll áhugað síggja KÍ-filmin “Vegurin til gullið 2019” um søguliga føroyameistaraheitið hjá KÍ í bestu mansdeildini, sum Solby Christiansdóttir, journalistur, og miðlafyritøkan RACLIP v/Pætur Høj hava framleitt fyri Bláu Bylgjuna.

 

Tað  var í oktober í fjør, at KÍ vann føroyameistaraheitið í bestu mansdeildini við at vinna 3-0 á B36 í allar seinasta dystinum, sum var ein sonn finala um FM-heitið í Gundali.

 

Seinast, KÍ var føroyameistari, var í 1999, tvs. fyri 20 árum síðan, so talan var um ein søguligan sigur, sum fjepparafelagið hjá KÍ, Bláa Bylgjan, hevur latið gera ein film um: “Vegurin til gullið 2019”.

 

Filmurin varð frumsýndur í Spinnarínum í Klaksvík um mánaðarskiftið februar-mars, og í vikuni áðrenn, at landskappingin 2020 eftir ætlan skuldi byrja, varð filmurin eisini vístur í Kringvarpi Føroya.

 

“Vegurin til gullið 2019” er ein tími av málum, bjargingum, avgerandi løtum, hæddarpunktum og at enda FM-sigrinum á seinasta leikdegi, sum verða lýstar við upptøkum av dystum og øðrum kring dystirnar og við samrøðum við leikarar, høvuðsvenjaran, fjepparar og onnur fólk í og kring felagið.

 

- Vit í Bláu Bylgjuni eru sera fegin um, at tað eydnaðist okkum at fáa framleitt hendan filmin, sum er eitt gott søguligt skjal og ein virðiligur varði yvir hetta flotta føroyameistaraheitið í 2019, sum felagið við sterkasta liðnum, størstu viðhaldsfjøldini og bestu stuðlunum í landinum vann og harvið kundi taka steypið heimaftur til Klaksvíkar, sigur Jaspur Jakobsen, formaður í Bláu Bylgjuni.

 

Nógv sóu filmin í Spinnarínum og enn fleiri í Kringvarpi Føroya.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo