Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tað verður ein endurtøka av "finaluni" í fjør, tá fyrsta umfar í Betri Deildini 2020 hjá monnum verður spælt 8. mars. Hesaferð httast liðini í Klaksvik - Mynd: Bjarni Enghamar

FSF: Sunnudagin 8. mars verður hol sett á landskappingini hjá monnum, og longu í fyrsta umfari verður talan um eitt brak, tá nummar 1 og 2 farna kappingarár, KÍ og B36, bresta saman við Djúpumýru í Klaksvík.

Hinir fýra dystirnir í fyrsta umfari verða hesir: Á Argjum fær AB vitjan av TB, og í Norðragøtu verður grannauppgerð millum Víking og ÍF. EB/Streymur tekur ímóti HB, og við Løkin í Runavík hittast NSÍ og Skála.

Síðsti dystur áðrenn steðgin verður 28. juni, og síðani verður tørnað til aftur 19. juli. Ólavsøkudystirnir í ár verða millum HB og Víking, sum spæla tann 28. juli, meðan dysturin ólavsøkudag verður millum B36 og ÍF.

Betri Deildin hjá monnum endar leygardagin 31. oktober, og tá hittast liðini soleiðis: B36 - AB, NSÍ - Víkingur, KÍ - HB, EB/Streymur - TB og Skála - ÍF.

Leikskráin fyri Betri Deildina 2020 hjá monnum sæst H E R.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo