Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Dómarin, Petur Reinert metir um støðuna - Mynd: Jákup Ósá / Bolt.fo

Dómarin, Petur Reinert metir um støðuna - Mynd: Jákup Ósá / Bolt.fo

Dómarin, Petur Reinert metir um støðuna - Mynd: Jákup Ósá / Bolt.fo

FSF: Sunnudagin var 1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið á skránni. Men tíverri eydnaðist bara at avgreiða sjey av teimum átta dystunum.

Á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík vóru trupulleikar við tí eina málinum, og tí avgjørdi dómarin, at dysturin millum KÍ og NSÍ ikki kundi setast í gongd sum ætlað.

Brekið við málinum er fingið í rættlag, og Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur tikið avgerð um, at dysturin í staðin skal spælast týsdagin 20. apríl.

Úrslitini í 1. umfari vóru annars hesi:
TB – HB 0-2
B71 – Undrið FF 2-1
B68 – EB/Streymur 1-2
B36 – AB 6-0
ÍF – FC Suðuroy 3-0
Víkingur – Skála 2-0
07 Vestur – FC Hoyvík 3-0

Lutakastið til fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verður í 3-2 mánakvøldið 19. apríl.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo