Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

KÍ hevur gjørt avtalu við Daniel Berg Hestad, um at hann skal vera partur av venjaratoyminum til komandi kappingarár.

Hetta boðar felagið frá í dag.

Fleiri munnu nokk kenna Daniel Berg Hestad, sum eins og høvuðsvenjarin, Magne Hoseth, hevur gjørt um seg í norskum fótbólti. Hann hevur leikt 516 dystir fyri Molde og var í tveimum kappingarárum í SC Heerenveen. Eisini hevur hann umboðað norska A-landsliðið átta ferðir.

Síðani 2017 hevur Daniel verið knýttur at venjaratoyminum í Molde, har hann hevur røkt uppgávuna sum U19 og venjari hjá reservunum.

Umframt at vera hjálparvenjari hjá Betri liðnum hjá KÍ, kemur Daniel at hava ábyrgdina av 1. Deildarliðnum og í talentmenningini í KÍ akademinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo