Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

: UEFA hevur gjørt av, at KÍ vinnur dystin móti Slovan Bratislava, sum skuldi vera mikudagin 19/8-2020 við Djúpumýru í Klaksvík.

Tað hevur tikið allan dagin at koma til niðurstøðuna, men stutt fyri klokkan 17 komu boð frá UEFA um, at KÍ er liðið, sum skal spæla móti Young Boys í Bern mikukvøldið.
 
Í niðurstøðuni sigur UEFA stutt, at sambært Annex I.2.1, reglugerð fyri Champions League 2020/21, er Slovan Bratislava dømt at tapa dystin 3-0.
 
Eini forloysandi boð, tí KÍ hevur verið í bíðustøðu, síðan tað kom fram, at ein korunutilburður var staðfestur í fyrra hópinum hjá Slovan Bratislava, sum kom til landið fyri einari viku síðan. Hendan bíðistøðan er nú vekk, og KÍ hópurin heldur sostatt fram við fyrireikingunum til dystin móti Young Boys. Eini boð, sum komu á sjálvum 116 ára føðingardegnum hjá felagnum.
 
Tummas Lervig, formaður í KÍ, sigur, at honum vantar orð, men sjálvandi fegnast felagið um rættvísu avgerðina hjá UEFA.
 
Føroyar eru á reyða listanum hjá Sveis vegna høga talið av smittutilburðum, men undantak er givið KÍ ferðalagnum í sambandi við dystin. Fyrireikingar til ferðina til Sveis eru í hæddini, men enn er ógreitt, júst nær fráferðin verður.
 
Dysturin millum Young Boys og KÍ verður spældur í Bern klokkan 20.15 lokala tíð mikukvøldið (19.15 FØ tíð).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo