Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eins og í Danmark hava vit í Føroyum havt nógvar tilburðir av kikhosta síðan juli mánaða. Í tíðarskeiðnum 15. - 28. novembur eru 50 persónar kannaðir fyri kikhosta og vóru 9 av hesum positivir.

Bert í síðstu viku vóru tað 7 positiv og av hesum vóru 2 børn undir 1 ár.

Hvat er kikhosti?
Kikhosti er ein ígerðarsjúka í andaleiðini, sum kemur av eini bakteriu (Bordella pertussis). Íðgerðin kann koma allar tíðir á árinum, men við heldur fleiri tilburðum í aðru hálvu. Farsóttir síggjast serliga við 3-5 ára millumbili.

Eftir at ein er vorðin smittaður, eru fyrstu sjúkutekini sum við krímsjúku, síðani verða sjúkutekini hosti, tá kann ein fáa ógvuslig og drúgv herindi av hosta við møguligari spýggju. Tað kann verða trupult at fáa luft undir hostaherindunum, og andadrátturin (at anda inn) í sambandi við eitt hostaherindi kann hava eitt ýlandi ljóð (kikka eftir ondini).

Tíðarskeiðið við hostaherindunum kann vara í fleiri mánaðir, men ein smittar bert tær 3-4 fyrstu vikurnar av sjúkuni. Hjá teimum flestu børnunum kann hostaherindi ávirka andadráttin, so neyðugt kann verða við innlegging á sjúkrahúsi.

Pinkubørn fáa ikki altíð sjúkutekin við hosta, men høvuðssjúkutekinini kunnu verða, at tey viðhvørt missa ondina og blíva blá í húðini.

Kikhosti kann verða ein álvarsom og lívshættislig sjúka hjá teimum heilt smáu børnunum, serliga áðrenn tey sjálvi eru nóg gomul at verða koppsett ímóti kikhosta. Øll børn fáa bjóðað koppseting í barnakoppsetingarskránni, tá tey eru 3, 5 og 12 mánaðir og aftur við 5 ára aldur.

Kikhostakoppseting av barnakonum verjir pinkubarnið ímóti kikhosta teir fyrstu mánaðirnar í lívinum hjá barninum, og tíbetur hava nógvar barnakonur tikið ímóti tilboðnum um ókeypis koppseting í 2. ella 3. trimestri.

Hvussu smittar kikhosti og hvussu verður smittan fyribyrgd?
Kikhosti smittar sum flestu aðrar sjúkur í andaleiðini við dropaspjaðing.

Vaksin kunnu verða smittað og hava mild sjúkueyðkenni. Vaksin kunnu smitta børn við sjúkuni. Tað verður viðmælt at verja børn undir 2 ár fyri smittu, og tí hevur Landslæknin viðmælt GIGNI at avlýsa mammubólkar í eina tíð framyvir.

Samstundis kunnu foreldrini eisini verja børnini við ikki at fara í stórar samkomur. Serliga smábørn, sum ikki hava fingið aðru koppseting í 5 mánaða aldrinum eru sárbar fyri álvarsamari sjúku.

Tórshavn, 29. novembur 2023
Landslæknin

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo