Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Kenda danska tíðindakvinnan Matilde Kimer, sum starvast fyri Danmarks Radio, sleppur ikki longur at gera journalistikk í Ukraina.

Ukrainska trygdartænastan SBU hevur givið verjumálaráðnum í landinum boð um at strika akkrediteringina hjá Kimer, tí at mett verður, at hon hevur samhuga við Russlandi.  

Kimer heldur, at ukrainar hava hugt eftir ávísum uppsløgum á Facebook-profili hennara (sí niðanfyri). Hon heldur tó als ikki, at nakað hald er í skuldsetingunum hjá teimum.

- Eg síggi ikki tað, sum teir síggja. Eg skilji tað als ikki, sigur Kimer.

- Eg haldi ikki, at mín journalistikkur er litaður. Sum tíðindafólk havi eg altíð lagt stóran dent á ikki at vísa kenslur, men at siga frá tí, sum hendir, sigur hon við dr.dk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo