



- Kinesiski flotin, sum telur eini 200 skip, er í altjóða sjógvi beint við markið runt Galapagosoyggjarnar, og eisini sjóøkið hjá Ekvador, sigur guvernørurin sambært The Guardian.
The Guardian hevur tosað við ein skipara á tunfiskabáti í Ekvador, sum sigur seg hava verið tætt hjá kinesiska flotanum.
- Teir taka alt inn sum teir fáa, sigur hann við avísina.
Sambært sjómunnum í Ekvador, so skulu kinesisku skipini hava ein lívfrøðing við sum hevur eftirlit við veiðuni, men hann heldur ikki at nakar hevur eftirlit við kinesiska flotanum. Veiðan verður avreidd til móðurskip.
Og um helvtin av flotanum hevur sløkt satellittin min st einaferð seinasta mánaðin, sum eisini er ólógligt, skrivar Reuters.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo