Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Felagið Varðin: Nú hava tey, sum áhuga hava fyri ætt, nakað at gleða seg til. 

Týsdagin 7. juli klokkan sjey leggur Felagið Varðin fram tvær áhugaverdar bøkur í Løkshøll í Runavík. Tann fyrra er Eysturoyar kirkjubók fyri árini 1687-1832, og er hon 533 blaðsíður. Hin er Eysturoyar kirkjubók fyri árini 1832-1892, og í henni eru 892 blaðsíður.

Í hesar bøkur skuldu eftir Norsku lóg øll tey skrivast, sum vóru doypt í Eysturoynni og síðan hvat ið hendi á teirra lívsleið. Sjálvandi eru glopp í tey fyrstu árini, men hendan bók er tann elsta varðveitta. Vit vita at allar hinar kirkjubøkurnar hava verið til, men allar tær elstu hava leingi verið horvnar. 

Tað er svínoyingurin Johan G. Mikkelsen, sum hevur skrivað hesar bøkur av. Endamálið hevur verið at festa á blað nágreiniliga tað, sum stendur í upprunaligu handskrivaðu kirkjubókunum, soleiðis at leik og lærd kunnu hava vissu fyri, at tað sum stendur er beint. Tá ber til at nýta tekstin til at skriva eitt nú bygdasøgur á hollum støði. Við tí fullfíggjaða yvirlitinum yvir persónnøvn og staðarnøvn ber til at nýta bøkurnar sum handbøkur.

Eysturoyar prestagjald var tað størsta, og nú tað er komið út, er ætlanin at fáa øll hini prestagjøldini við, tí øll, ið her búgva, hava forfedrar í meir enn einum prestagjaldi. Raðfylgjan verður tann, at Norðoyggjar standa fyrst fyri, síðan Vágar, Norðstreym, Suðuroy, Sandoy og at enda Suðurstreymoy. Vónandi verður verkætlanin liðug innan trý ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo