Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Sunnudagin 28. oktober kl. 11.00 verður Kirkjan við Norðskála endurvígd eftir at víðfevnandi umvælingar eru gjørdar av kirkjuni.

Tað verður Jógvan Fríðriksson biskupur, sum vígir kirkjuna, og Emil Olsen sóknarprestur prædikar.

Seinri sama dag kl. 18.00 verður messa í kirkjuni við Emili Olsen og Øssuri Kjølbro.

Umvælingararbeiðið, sum byggifelagið KBH hevur gjørt, byrjaði í vár. Allir útveggir og loft eru bjálvað og gólvini skift.

Í skipinum er kórsgáttin tikin burtur, so lættari verður hjá fólki við røslutarni.

Nýggjur altarringur og nýggjur prædikustólur eru gjørdir, og stólarnir eru umvældir og polstraðir av nýggjum.

Nýtt gólv úr seint vaksandi furu er lagt á í skipinum.

Kirkjurúmið aftanfyri og loftsrúmið, har sum sunnudagsskúlin heldur til, eru eisini umvæld, og nýggj rýmingarleið er gjørd av loftinum.

Vaksið er um køkin, og í forkirkjuni er nýtt wc gjørt fyri fólk við rørslutarni.

Meðan kirkjan hevur verið undir umvæling, hava gudstænastur og sunnudagsskúlin verið hildin í skótahúsinum á Oyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo