Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

KJ: Beint fyri jól fekk KJ uppgávuna at sýna stóra nótaleggjaran umborð á Gøtunesi. Talan var um fimm-ára sýn, og komið var fram til at neyðugt var við ymiskum ábøtum, m.a. at skifta svingkranslegurnar.

Slíkar umvælingar umborð á skipum eru vanligar, men tað serliga við hesari uppgávuni var at vektin á nótaleggjaranum lá um 26 tons.

Nótaleggjarin er stóri kranin, ið stendur miðskips afturi á reyv á skipinum, og avbjóðingin hesaferð var at fáa hann í land, soleiðis at umvælingararbeiðið kundi fara fram.

Nótaleggjarin varð lyftur í land við stórum mobilkrana hósdagin tann 21. desember.

Umvælingarnar fevndu m.a. um linjuboringar gjøgnum vangarnar til tann eina boltin á høvuðsbumminum, umframt framleiðslu og útskifting av búsningum og hydraulikkslangum annars.

Birgir Samuelsen, tekniskur leiðari hjá KJ, lat sera væl at arbeiðinum umborð á Gøtunesi, og hann staðfestir, at við hollari vitan og góðum førleikum, kunnu slík arbeiðir gerast skjótt og gott.

“Við dugnaligum starvsfólkum og hollari vitan, standa vit í fremstu røð tá tað viðvíkur sýning, umvæling og sølu av kranum til maritimu vinnuna”, sigur Birgir.

Mikudagin 3. januar stóð nótaleggjarin umborð aftur á Gøtunesi, og skipið kundi loysa og fara á svarkjaftaveiðu sunnanfyri Føroyar, stutt eftir miðnátt tann 4. januar.

Myndir: KJ

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo