40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Etiska ráðið: Endamálið við kjakfundinum er at lýsa hvørjar etiskar spurningar fosturdiagnostikkur kann hava. Fundurin er í Norðurlandahúsinum mikukvøldið 22. mai frá kl. 19.30 til 21.30.

Fosturdiagnostikkur verður alt meira vanligur og kvinnur við barn hava møguleika at fáa vitan um heilsustøðuna hjá fostrinum, langt áðrenn barnið verður føtt. Endamálið er at kunna kvinnuna/parið á ein neutralan og nøktandi hátt, soleiðis at kvinnan/parið hevur møguleika at taka tað valið, sum er rætt fyri kvinnuna/parið – og ikki at forða at børn, sum bera álvarslig brek ella hava álvarsligar sjúkur verða fødd. Vísir fosturkanningin, at fostrið hevur onkra sjúku ella ber brek, verður hond tikið um hetta, meðan barnið er í móðurlívi ella so skjótt barnið er føtt. 

Men hvat hendir, tá fosturkanningin vísir støðu ella sjúku, sum ikki kann viðgerast ella lekjast?
Fosturdiagnostikkur førir við sær nógvar torførar etiskar spurningar, sum t.d. nær skal kvinnan fáa bjóðað fosturdiagnostikk? Hvør skal fáa hetta tilboð? Og hvussu eiga truplu støðurnar at handfarast, sum kvinnur og pør kunnu koma í orsakað av fosturdiagnostikki. Hvørjar avleiðingar kann ein fosturdiagnosa fáa persónliga og samfelagsliga? Ella er best einki at vita?

Fundurin verður skipaður við fýra uppleggum.  Hildur við Høgadalsá, forkvinna í Etiska ráðnum fer yvirskipað at greiða frá um fosturdiagnostikk útfrá spurninginum hvørt vit vilja vita ella ikki vita. Ann Danielsen, serlækni í kvinnusjúkum og limur í Etiska ráðnum, fer at greiða frá fosturdiagnostikki í Føroyum í dag og Fróði Joensen, yvirlækni á Barnadeildini, fer at greiða frá um genetiska skreening av arvaligum sjúkum í Føroyum.

Áðrenn orðaskiftið verður, fer Jógvan D. Hansen, lærari í heimspeki og limur í Etiska ráðnum, at hugleiða um, hvørjar etiskar tvístøður kunnu standast av fosturdiagnostikki og m.a.hvørjar avleiðingar fosturdiagnostikkur kann hava samfelagsliga og fyri tann einstaka.

Tað verður Óluva Zachariasen, journalistur, sum fer at stýra fundinum og í panelinum verða Hildur við Høgadalsá, Ann Danielsen, Fróði Joensen og Jógvan D. Hansen.

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin. Tiltakið verður beinleiðis stroymað og upptøkurnar lagdar á heimasíðuna hjá Etiska ráðnum www.etiskaradid.fo Uppleggini verða somuleiðis teknmálstulkaði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo