Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fólkakirkjan: Fólkakirkjan fer í dag undir nýtt tilboð, har bjóðað verður sálarrøkt sum kjatt-samrøða á netinum.

Nýggja heimasíðan www.sálarrøkt.fo veitir møguleika fyri lættari atgongd til eina kjatt samrøðu við ein prest, navnleyst og í trúnaði.

Sálarrøkt merkir "at røkja sálina", og fólkakirkjan hevur altíð veitt møguleika fyri samrøðu við prest. Men tilboðið um at veita samrøðu sum kjatt á netinum er eitt nýbrot, og ein liður í at fáa føroysku fólkakirkjuna enn nærri borgarunum.

Tilboðið er ókeypis, og kunnu øll, óansæð kyn, aldur og trúgv kjatta við ein prest. Til ber tosa um júst tað, sum ein hevur tørv á, og presturin kann lurta, troysta og bera byrðar saman við tí einstaka menniskjanum.

Samrøðurnar fara fram í trúnaði, har báðir partar eru navnleysir. Tað ger samrøðurúmið fordómaleyst í tann mun at kyn, aldur og útsjónd ikki ávirka samrøðuna. Navnaloysið kann gera tað lættari at tosa um evnir, sum ein møguliga ikki hevur dirvi at tosað um annars.

Tað er Jógvan Fríðriksson, biskupur, sum hevur ynskt at fáa verksett tilboðið frá fólkakirkjuni um sálarrøkt sum kjattsamrøða á netinum.

Tilboðið finnist á www.sálarrøkt.fo ella www.salarrokt.fo. Prestur er klárur at kjatta týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 19.00 til 22.00. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo