40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sum fyrrverandi borgarstjóri og núverandi býráðslimur í minniluta má eg rópa varskó, nú flokkar í landsstýrinum og enntá eisini ein av fremstu røddum Sambandsfloksuns, á Fólkatingi, tala fyri, at Føroyar skulu ofra síni hart vunnu rættindi í Barentshavinum, sum hava upparbeidd eina stóra og virðismikla vinnu her á landi.

Tað verður eitt vinnuligt skrædl og ein fíggjarlig vanlukka fyri allar Føroyar - og enn verri fer tað eisini at taka livibreyðið frá hundraðtals familjum - um nýggja landsstýrið - enntá við stuðuli úr Sambandsflokkinum - fer at gera álvara av sínum hóttanum um at ofra og avtaka Barentshavsflotan saman við stóru tilhoyrandi vinnuni - ein vinna, sum í dag er millum fremstu útflytarar Føroya, ið eisini hevur vunnið serrættindi og serprísir fyri sína sera høgu góðsku.

Tey, sum eru vald í løgting og landsstýri, hava sjálvsagt skyldu at fyrihalda seg til avleiðingar av kríggi og tess ræðuleikum, men tá ið tú hoyrir politikarar í og kring høvuðsstaðin umrøða hetta álvarsmál, fært tú kenslu av, at hesi ikki eru greið yvir, hvussu stór og týðandi henda útflutningsvinna okkara er. Tað er sum um, at hesir politikarar ikki leggja so nógv í, at fyri Klaksvík og Norðoyggjar verður ein ofring av Barentshavinum ein vanlukka, bæði vinnuliga og fíggjarliga, men mest av øllum fyri tær mongu familjurnar, sum missa sítt livibreyð og lívsgrundarlag.

Vit kunnu ímynda okkum, hvørjar avleiðingar hetta fær fyri lokalsamfelag okkara, um hópin av familjum missa sítt livibreyð, samstundis sum bæði vinna og kommunur í Norðoyggjum verða við skerdan lut, tí hesi fara at missa munandi av sínum fíggjarliga grundarlag. Tað ber ikki til at tosa um eina slíka avtøku uttan í góðari tíð frammanundan at tryggja og leggja tilrættis eitt risa endurgjald og alternativar møguleikar til viðkomandi landaøki, vinnuvirkir og famljur.

Ein av fremstu uppgávum og skyldum Klaksvíkar býráðs er at verja hetta lokalsamfelagið. Tí vil eg brúka mína rødd sum fólkavaldur býráðslimur og mínar royndir sum fyrrverandi borgarstjóri til at ávara okkara fólkavaldu á løgtingi, í landsstýri og á fólkatingi ímóti at handla í óðum verkum í hesum álvarsmáli, tí tað hevur tikið umleið eina hálva øld at byggja upp og menna samstarvið um Barentshavið. Tað skal ómetaliga nógv til at menna eina vinnu sum hesa, men tað skal bert ein óumhugsað politisk avgerð til at bróta hetta niður eftir stuttari tíð! 

Klaksvík, 23. januar 2023
Jógvan Skorheim
býráðslimur í Klaksvíkar býráð

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo