40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Klaksvíkar kommuna: Á býráðsfundi í gjár samtykti Klaksvíkar býráð at geva umsitingini heimild at læna á 40 mió. kr. Orsøkin til, at neyðugt er við øktari fígging, er at tryggja gjaldførið til liðugtgerð av íløgum í 2023.

Nógvar spennandi verkætlanir eru í gongd, har fleiri av týdningarmiklu verkætlanunum eru lidnar, eitt nú kunnu nevnast rennibreytin, kappróðrarneystið, vælveruøkið, bláa skýlið og barnagarðurin Baldursbrá.

Tó so, so mangla enn nakrar verkætlanir at koma á mál, t.d. ídnaðarøkið á Borðoyarvík, útstykking á Fossum (fyrsta byggistig), barnagarðurin Fjallafípan og mentanarhúsið Varpið, umframt at nakað av meirútreiðslum hava verið í samband við onnur arbeiði. Neyðugt er tí at økja um samlaðu lániskuldina hjá kommununi, fyri at tryggja at verkætlanir, sum eru í gongd, eisini røkka á mál.

Við hesum 40 mió. verður samlaða skuldin hjá Klaksvíkar kommunu 385 mió. kr. Í tíðarskeiðinum 2016-2021 vóru íløgurnar hjá Klaksvíkar kommunu tils. 572 mió. kr.

Fíggjarstøðan verður mett leypandi og ætlanin er ikki at økja lániskuldina meira.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo