Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Í hesi vikuni, 15. - 22. august 2017, er Urval Ensemble – ein klarinettkvartett úr Euskal Herria, Baskaralandinum í Spania á vitjan í Føroyum.

Føroya Klarinettorkestur (FKO) hevur boðið ensamblinum til Føroya sum partur av størri samstarvsverkætlan í ár og næsta ár og eru fleiri partar við í hesum, bæði í Euskal Herria og í Føroyum.

Fyrsta stig í verkætlanini var ein kunningarferð til Baskaralandið í mai mánaði, har føroyskir musikklærarar hittu umboð fyri baskiskt mentanar- og musikklív.

Annað stig er so at Urval Ensemble er komið higar at undivísa musikkskúlanæmingum og at venja við FKO. Umframt spælir ensemblið 3 konsertir við felagsheitinum ”Basque Musical Fragrance”:

- Leygardagin hin 19. august kl. 16.00: Urval Ensemble og Føroya Klarinettorkestur í Skúlanum á Giljanesi.

- Sunnudagin hin 20. august kl. 16.00: Urval Ensemble konsert i Norðurlandahúsinum í Klingruni

Á skránni er m.a. baskiskur tónleikur og eitt nýskrivað verk, ”Humoresque Vulgaris Faroensis”, sum Pauli í Sandagerði hevur skrivað til Urval Ensemble til hetta høvið.

Urval Ensemble hevur síðani stovnanina í 2002 spælt røð av konsertum í Spaniu, umframt at bólkurin hevur verið boðin at spælt í fleiri altjóða festivalum, m. a. í 3rd European Clarinet Festival in Ghent i Belgien, Clarinet festival í Assisi í Italien og ClarinetFest 2012 í Nebraska, USA.

Baskiska kvartettin, sum spælir á tey ymisku ljóðførini í klarinettfamiljuni – B-klarinett,bassethorn og bassklarinett, koma at vitja hjá Føroya klarinettorkestur nú í august 2017 og er hetta ein partur av størri samstarvsverkætlan millum ensemblini bæði.

Triðja stig í samstarvinum er at FKO og Føroya Saxofonorkestur í 2018 fara konsertferð til Baskaralandið.

Stuðlað verkætlanini hava Mentamálaráðið, Mentanargrunnur Landsins, Konsertfelagið, Norðurlandahúsið, Torshavnar kommuna og Musikkskúlin í Vágum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo