Fleiri serstørv, maður hevur, minni serfrøðingur er hann
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Býráðið hevur samtykt at byggja nýtt røktarheim við 64 búplássum og 16 atknýttum røktaríbúðum í Stórubrekku. Á Stórubrekku eru umleið 24.000 m2 av lendi, sum byggjast kann á.

Økið hevur stórsligið útsýni móti norðuri, eystri og suðri. Økið er óslætt heyggjalendi og liggur út til Dalin Langa, sum er eitt rekreativt øki við gongu/súkklubreyt og uppihaldsøki við Myllutjørn.

Økið, sum er ogn hjá Tórshavnar kommunu, er fevnt av ásetingini fyri A3 øki í 3. grundumráði í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu, sum er lagt til blandaða bústaða- og miðstaðarbygging.

Eitt nýtt røktarheim rúmast ikki innanfyri hesa áseting, tí var neyðugt at broyta almennu byggisamtyktina til D3 øki, ið eru øki sum verða løgd av til stórar almennar stovnar til umsiting, skúlaskap, heilsurøkt og tílíkt.

Tilmælið frá umsitingini var at broyta almennu byggisamtyktina, at farið verður undir at skipa økið við einum røktarheimi og røktaríbúðum, og at farið verður undir at gera eina serstaka byggisamtykt fyri økið.

Hetta varð samtykt á býráðsfundi í kvøld.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo