40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Eitt løgið fyribrigdi, tá landsstýrið verður skipað, er samansetingin av aðalráðum.

Summi málsøki hoyra natúrliga saman, meðan onnur als einki hava við hvørt annað at gera.

Kortini verða málsøki pettað sundur og sett saman sum best ber til, og ongantíð hevur tað verið verri enn nú.

Embætisfólk verða flutt millum skrivstovur, teldupostadressur verða broyttar, journalskipanir mugu gerast av nýggjum, høli mangla, uppsetingin av fíggjarlógini má skipast av nýggjum, og onkur aðalstjóri loypur av, og má tí til hús við fullari løn.

Vit hava til dømis við hesum landsstýrinum fingið eitt Almanna- og Mentamálaráð.

Hvat almannamál og mentamál hava við hvørt annað at gera, veit helst eingin.

Einasta orsøkin til samansetingina er, at Javnaðarflokkurin skal hava fleiri landsstýrisfólk enn Tjóðveldi, men kortini skal Tjóðveldi hava næstan líka nógv málsøki at umsita sum Javnaðarflokkurin.

Útbúgvingarmál eru flutt úr Mentamálaráðnum og barnamál úr... ja, summi fara helst úr Mentamálaráðnum og onnur úr Almannamálaráðnum, sum nú eru sama aðalráð.

Fólkakirkjan er ikki longur bara mentamál, nei, nú er hon eisini almannamál (so nú passar hon væl til orðini í trúarjáttanini um “eina heilaga, almenna kirkju”).

Kortini er tað landsstýrismaðurin í lógarmálum, sum áleggur prestum at góðtaka, at sammøður skulu hava rætt at geva børnunum sítt eftirnavn.

Í Mentamálaráðnum eru tey húsvill, tí Løgtingið skal leiga hølini, har Mentamálaráðið heldur til.

Møguliga flytur Mentamálaráðið út á Landssjúkrahúsið, og skal húsast saman við Almannamálaráðnum, nú alt er eitt og sama ráð.

Men har er Heilsumálaráðið, sum so má flyta aðrastaðni.

Og tað er neyvan skilagott, tí Heilsumálaráðið hóskar best at vera í sjúkrahúsumhvørvinum.

Nýggj høli mugu tí útvegast til Almanna- og Mentamálaráðið.

Men har verður ein aðalstjóri ov nógv.

Aðalstjórar eru tænastumenn, so verður annar sendur til hús, so fær hann løn í fleiri ár.

Men kanska verður annar fluttur í eitt annað starv, nú fleiri aðalstjórar mangla, so hann sleppur at velja ímillum at arbeiða við løn ella at fara heim við løn.

Og Palleba skal gjalda.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo