Eg havi tapt í 300 veljarakanningum, men vunnið 3 val
- Margaret Thatcher

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

G! festivalurin: Bubu, hip hop, barnayoga, barnaprixvinnari og spæl á sandinum. Hvat meira kann mann ynskja sær ein leygardag?

Spæliplássið

Kl. 12.00 - Hip Hop genturnar byrja showið við frískum tónum og síðani verður brot úr sjónleiki hjá Ludda & Lundisu.

Kl 12.35 -Barnaprixvinnarin William Da Silva Simonsen fer á pallin.

Kl 13.00 - Bubu við orkestri

Sandurin

Kl. 14.00 - Børn spæla á Sandinum
Fitt vaksin fólk fara at spæla við børnini, og tey, sum alt sítt lív hava ynskt sær at sleppa at blása mega stórar sápubløðrur, ella nógvar lítlar ella laaaaangar sápubløðrur… ja, tey sleppa nú at blása sápubløðrur niðri á sandinum. Og tey, sum elska at hoppa um kapp, fáa eisini møguleikan til tað. Kom oman á sandin, har er úr at gera frá 14 til 16 leygardagin. Vit spæla, kappast og hava tað so stuttligt.

Kl. 14.00 - Vivian Sjóðklett - Dreymaferð til børn

Kl. 15.00 - Barnayoga og dansur, har øll eru vælkomin!!!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo