Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna: Síðani byrjanina í 2010 við ungdómshúsinum í Hoyvík, KLUBB 188, hevur verið opið 3 kvøld um vikuna. Frá mánadegnum verður opið 5 ferðir um vikuna, mánadag til fríggjadag.

Ungdómshúsið í Hoyvík verður sera væl vitjað, og ungdómurin hevur í longri tíð tráað eftir at dagføra upplatingartíðirnar, og hetta verður nú gjørt. Frá mánadegnum verður opið 5 ferðir um vikuna, mánadag til fríggjadag.

Eitt av høvuðsendamálunum hjá ungdómshúsinum er, at ung skulu kenna teg trygg, hoyrd, sædd og vird. Vitjar tú KLUBB 188, skalt tú vita, at húsið er til tín, og at tú hevur rætt til at siga frá møguligum ynskjum, til dømis um broytingar.

Í ungdómshúsinum er pláss fyri ymiskleika og at fremja tolsemi, sum er eitt høvuðsvirði hjá øllum ungdómshúsunum í kommununi.

Hvørt kvøld, skipað í eini ætlan, verður bjóðað ymiskt fast virksemi, m.a.: kreativitetur, felagsspøl, kappingar, matgerð og annað.

KLUBB 188 er fyri ung úr 6. fl. til og við 17 ár, og frá mánadegnum 12. sep. verður KLUBB 188 opið soleiðis:

Mánadag til hósdag              18.00-22.00
Fríggjadag                            19.00-01.00

6. fl. kann verða í KLUBB 188 tveir teir fyrstu tímarnar hvørt kvøld, tó fríggjadag til kl. 22.00. Hesa tíðina eru øll onnur, ið hava aldur, eisini vælkomin at koma í ungdómshúsið.

Virksemið í KLUBB 188 verður gjørt við námsfrøðiligum arbeiðshátti og innihaldi, og er starvsfólkabólkurin tilvitaður um hetta. Starvsfólkabólkurin er sera fjølbroyttur, og umframt námsfrøðingar arbeiða eisini lærarar, listafólk, tónleikari, sjónleikari og onnur dugnalig starvsfólk á stovninum. Stovnsleiðari er Bjarni Beder.

Meira er at lesa um ungdómshúsini í Tórshavnar kommunu á hesi leinkjuni:

https://www.torshavn.fo/nattura-fritid-og-mentan/finn-itriv-og-mentanartilbod/ungdomshus

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo