40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Bruttovinningurin minkaði eina millión samstundis sum útreiðslurnar til starvsfólk vuksu fimta árið á rað, tí endaðu Knassar, sum hava heimstað í Hvannasundi, fyri fyrstu ferð í fleiri ár á einum negativum vinningi áðrenn avskrivingar. Hallið áðrenn avskrivingar (EBITDA) var 189 tkr.

Men tað vóru ógvusligu avskrivingarnar sum veruliga málaðu botnlinjuna blóðreyða hjá Knassum, sum eiga Føroya størsta netmiðil, portal.fo.

Í roknskapinum sæst, at orsakað av rakstrarligu gongdini í undanfarnum árum er nýggj virðismeting gjørd av goodwill. Goodwill hevði áður eitt roknskaparligt virði uppá 3,7 mió kr, men er nú virðisásett til 0.

Roknskapurin javnvigar annars við 2,5 mió kr og eginognin er negativ við 6 mió kr.

Grannskoðarin ger sínar viðmerkingar um óvissu um 'going concern', sum vanligt er í slíkum føri, men leiðslan metir útlit verða fyri einum lønandi rakstri hjá felagnum í framtíðini og ætlar tískil at endurvinna eginpeningin við avlopi frá rakstri komandi árini.

Niklái Nysted er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo