Konsertfelagið avgjørdi herfyri at lata eina heiðursgávu í navni Ólavi Hátúns, sála, sum minni um hendan merkismann innan føroyskan kórsang.
Nevndini í Kórsambandi Føroya avgjørdi at lata Knúti Olsen heiðursgávuna við hesi grundgeving:
- Í ein mannsaldur hevur Knút Olsen ríkað føroyskan tónleik og serliga kórtónleik við sínum løgum. Løgini hjá Knúti útfylla á besta hátt tað tónleikaliga tómrúm, sum var millum fyrstu ættarliðini av tónaskøldum og hansara. Fólksligi kórtónleikurin hevði mangan verið fátækur uttan Knútsa ískoyti til føroysku tónleikasøguna. Nevndin í Kórsambandinum hevur tí avgjørt at Knút Olsen skal fáa hendan heiður, sum Konsertfelagið hevur latið til minnis um kórmannin og kórleiðaran Ólav Hátún, sum andaðist fyri ólavsøku í fjør.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo