Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna: Dagarnar 12. til 16. august ber til at fáa greinar og runnar úr egnum urtagarði malin til spønir ókeypis.

Slíkt lívrunnið tilfar er sera gott at brúka í urtagarðinum, eitt nú fyri ókrút og dygdina á moldini.

Á yvirlitinum niðanfyri sært tú, hvar og nær ið til ber at fáa urtagarðsburturkast malið til spønir.

Mælt verður til at hava egnar sekkir við, men til ber eisini at keypa endurnýtslusekkir á staðnum.

Kommunala Brennistøðin tekur á hvørjum ári ímóti stórum nøgdum av góðum urtagarðsburturkasti, sum so verður brent ella tyrvt.

Tá ið burturkastið í staðin verður malið til spønir, kemur tilfeingið borgarunum til gagns.

Takið egnar greinar og runnar við.

Dagarnir eru:
12/8 kl. 09 – 17 Hoyvík: P-plássið við Hoyvíkar kirkju
13/8 kl. 09 – 17 Argir: Føroya sjósavn
14/8 kl. 09 – 17 Havn: P-plássið við Badmintonhøllina
15/8 kl. 09 – 12 Kirkjubøur: Við lendingina
15/8 kl. 13 – 17 Kollafjørður: Sunnanvert skúlan
16/8 kl. 10 – 17 Endurnýtslan á Hjalla (Hendan dagin verður rávøra, sum er komin í bingjuna hjá Endurnýtsluni, eisini malin til spønir)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo