40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Dátueftirlitið: Fleiri fyritøkur og stovnar hava GPS-skipan í teirra akførum. Ein GPS-skipan kann millum annað skráseta leið og ferð á akfari. Tá tað ber til at knýta skrásetingina til bilføraran, er skrásetingin at meta sum persónupplýsing.

Sambært dátuverndarlógini skal dátuábyrgdari seta í verk hóskandi tiltøk fyri at tryggja, at viðgerð er í samsvar við lógina. Dátueftirlitið ger javnan eftirlit, og í hesum føri er talan um eftirlit av GPS-skipanum í akførum hjá einari kommunu.

Kommunan fekk átalu fyri ikki at vera vitandi um, at talan er um dátuviðgerð og fyri ikki at hava dátuviðgerðaravtalu við veitararnar av GPS-skipanunum. Dátueftirlitið metti, at í fleiri førum var neyðugt við broytingum, og gav kommununi kravboð um at gera nøktandi mannagongdir fyri umsiting av GPS-skipanunum, og at geva starvsfólkunum skrivliga kunning um viðgerðina av persónupplýsingum, sum fer fram í GPS-skipanunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo