Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið undrast á, hvussu formaðurin í Starvsfelagnum, Súni Selfoss, (vegna fakfeløgini) úttalaði seg um samráðingarnar í kringvarpinum í gjárkvøldið.

Súni Selfoss førdi millum annað fram, at fakfeløgini standa í langari bíðirøð fyri at sleppa framat samráðingarborðinum.

Hetta er ikki rætt.

Tað er rætt, at samráðingarnar, sum vóru byrjaðar á heysti í 2022 støðgaðu upp orsakað av, at løgtingsval varð útskrivað í ótíð. Tá nýggja landsstýrið tók við um ársskiftið, hevði landsstýrið, sum skilligt er, tørv á at seta seg inn í viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum – og at arbeiða við lovaða lønarlyftinum í samgonguskjalinum til ávísar starvsbólkar á vælferðarøkinum, áðrenn samráðingarnar kundu takast upp aftur.

Fakfeløgini føra eisini fram, at mátin, samráðingarnar verða skipaðar, er ikki í lagi.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið tekur undir við, at samráðingarnar kundu verið skipaðar enn betur, men staðfestir, at henda ábyrgdin liggur hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, hjá arbeiðsgevarunum og fakfeløgunum í felag.

Almennu og kommunalu arbeiðsgevararnir hava seinastu árini í stóran mun samskipað sínar samráðingar. Tíðin er kanska komin til, at fakfeløgini royna tað sama. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið skrivaði undir sáttmála við Heilsurøktarafelagið í juni mánaði í 2023. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið samráðist í løtuni við fleiri fakfeløg, harímillum Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna, Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Føroya Pedagogfelag.

Fleiri fundir hava verið millum partarnar, og fleiri viðurskifti eru komin ávegis upp á pláss, meðan onnur viðurskifti, sum partarnir ikki finna semju um, liggja eftir, so sum vanligt er. Fleiri fakfeløg, hvørs sáttmálar eru farnir úr gildi, eru ikki altrá eftir at koma til samráðingarborðið og at enda samráðingarnar. Hví so er, kunnu vit ikki vita við vissu, men tað sýnist, sum fleiri fakfeløg bíða eftir, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar kann trýsta Fíggjarmálaráðið til at gera ein enn betri sáttmála enn onnur fakfeløg á almenna og privata sáttmálaøkinum hava gjørt fyri sama tíðarskeið.

Karmurin, sum higartil er latin og sum stendur fakfeløgunum í boði, er 3,8% galdandi frá 1. oktober 2022 (seinni fyri onnur fakfeløg) – og 4,04% galdandi frá 1. oktober 2023. Hetta merkir, at fakfeløg, sum velja at gera sáttmála beinanvegin, fáa eina lønarhækkan á uml. 8% - umframt løn útgoldna afturvirkandi í upp til eitt ár.

Hví ikki taka av?

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið bjóðar øllum fakfeløgum, hvørs sáttmálar eru farnir úr gildi, vælkomnum til samráðingarborðið.

Vegna Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
Per Martin Gregersen,
formaður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo